top of page
Writer's pictureBirgir Nielsen

Bilasølurnar 28,9 mió.kr. í samlaðum rakstraravlopi í 2020



Wenzel P/F og Waag P/F høvdu nógv bestu rakstrarúrsltini í 2020.

Um hugt verður eftir roknskapunum fyri 2020 hjá teimum 9 bilasølunum í Føroyum, kann staðfestast at úrslitini eru sera ymisk. Serliga er tað tær stóru bilasølurnar sum vinna mest av peningi, fyrst og fremst tí at tey selja flest nýggjar bilar.

Rakstrarúrslitið hjá Wenzel var 9,6 mió.kr. meðan Waag hevði 8,8 mió.kr. í rakstrarúrslitið. Á triðja plássi er Bilasølan P/F við rakstrarúrslitið á 3,8 mió.kr., meðan Bilrøkt hevði 2,8 ,mió.kr. í rakstrarúrslitið.


Einasta bilasøla sum hevði hall í 2020 var Berg Motors P/F, sum hevði eitt rakstrarhall á 2,1 mió.kr.


Samlaða sølan hjá føroysku bilasølunum er ikki víst í almennu roknskapunum. Tí er bruttovinningurin besta ábending um samlaðu søluna hjá bilasølunum, men tað má sjálvsagt takast við ávísum fyrivarni, tá vit ikki síggja rakstrarútreiðslurnar, sum eru ymiskar hjá hvørjari einstakari bilasølu.

Størsta bruttovinningin hevði Reyni Service við 31,6 mió.kr., og rakstrarúrslitið eftir skatt var 2,7 mió.kr., sum gevur Reyni Service eitt 4 pláss. Næst størsta bruttovinningin hevði Wenzel P/F við 27,1 mió.kr. og einum rakstrarúrslitið á 9,6 mió.kr. Á triðja plássi hevði Waag P/F ein bruttovinning á 21,1 mió.kr. og hevði eitt rakstrarúrslit á 8,8 mió.kr.


Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá Bilasølunum, so síggjar vit, at Reyni Service hevur nógv størsta eginpeningin við 54,8 mió.kr., meðan Waag P/F er á øðrum plássi við einum eginpeningi á 49,8 mió.kr. Á triðja plássi er Auto Service P/F við 28,4 mió.kr.

Lyklatølini hjá bilasølunum í Føroyum eru eisini sera ymisk.



Ognaravkast er tað lyklatalið, sum vísur best, hvussu gott rakstrarúrslitið er í mun til tann kapitalin á fíggjarstøðuni, sum bilasølurnar í 2020 nýttu at reka teirra felag.

Bilasølan P/F liggur á fyrsta plássi við 14,1% í ognaravkasti, Bilrøkt Sp/f hevði 14,0% og Wenzel P/F hevði 11,3% í ognaravkasti.


Tá talan er um trygdarevni (soliditetur), sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, so er Nordbil Sp/f í 2020 á odda við 52,9% meðan Waag P/F er á øðrum plássi við 52,8%. Bilrøkt er á triðja plássi við 44,7% í trygdarevni í 2020.


Eginpeningsavkastið (rakstrarúrslit í mun til eginpening) vísur hvussu fíggjarliga avkastið hjá eigarunum hevur verið í árinum. Besta eginpeningsavkastið hevði Bilasølan P/F við 89,5% og næst var Nordbil Sp/f við 66,6% meðan Wenzel P/F lá á triðja plássi við 34,5%.


Roknskapirnir fyri 2021 kunnu væntast at koma inn næstu mánaðirnar. Tí verður spennandi at síggja um broytingar verða í roknskapunum hjá bilasølunum og hvør fær bestu úrslitini í 2021.


Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo



46 views0 comments

Comments


bottom of page