



NÝGGJ HANDILSHØLIR OG VINNUHØLIR/ÍBÚÐIR TIL LEIGU Í MIÐBÝNUM Í HAVN
Talan er um nýggjan vakran bygning á Sverrigøtu 12, sum verður bygdur og væntandi er liðugur seinna hálvár 2026.
Bygningurin er í 4 hæddum, íroknað kjallara. Lyfta er í bygninginum.
Talan er um 7 leigumál, við nýmótans hølum, sum millum 70 – 170 fermetur. Íalt 650 fermetur.
Bygningurin verður bygdur í bestu góðsku og øll leigumál hava ljós og góð hølir við luftskipan.
Bygningurin er sera vælegnaður til handilsvirksemið á veghædd og kjallara.
Á ovaru hæddunum (hædd 2 og 3) eru hølini vælegnað til skrivstovur ella til íbúðir. Reyði bygningurin er ikki við í leigumálinum.
Áhugaðir leigarar kunnu longu nú tekna seg fyri leigumálunum.
Seti tykkum í samband við Birgir Nielsen hjá Nira á 514499 ella við at senda t-post til birgir@nira.fo
Allir fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.




VINNUBYGNINGUR TIL SØLU Í TÓRSHAVN
Vegna kunda hava vit ein góðan vinnubygning í Havn sum skuffusølu.
Støddin á bygningi er uml 450 fermetur til støddar.
Vælegnaður til matvøruframleiðslu, goymslu, handil við partvíst skrivstovu virksemið.
Hevur løggilding.
Áhugaðir keyparar kunnu kontakta Nira á 514499 ella við at skriva birgir@nira.fo




HANDILSBYGNINGUR TIL SØLU Á SANDOYNNI
Vegna kunda hevur Nira ein góðan handilsbygning til sølu í Skopun, um nøktandi boð fæst.
Talan er um handilsbygningin hjá Handilshøllini, har Á handil og Pizzaria er í bygninginum.
Grundøkið er 1.313 kvm og bygningurin er íalt 530 kvm.
Møguleiki er hjá keypara at yvirtaka verandi handilsvirksemi, ella at annað virkemið verður í bygninginum framyvir.
Grundøkið er eisini ávegis at verða ásett til íbúðarbygging, sum gevur møguleika til at byggja íbúðir á staðnum.
Møguleiki er eisini at yvirtaka Pizzavirksemið í bygninginum.
Áhugaðir keyparar verða bidnir at seta seg í samband við Birgir á birgir@nira.fo ella við at ringja til 514499.
Allir fyrispurningar verða viðgjørdir i trúnaði.




FERÐAVINNUFYRITØKA VIÐ BÁTATÚRUM TIL SØLU
Hevur tú hug at eiga og reka tína egnu ferðavinnufyritøku, sum fæst við spennandi bátatúrar við ferðafólkum í Føroyum?
Vegna kunda hevur Nira sum skuffusølu eina spennandi ferðavinnufyritøku til sølu, sum veitir bátatúrar v.m. til serliga útlendsk ferðafólk í Føroyum.
Fyritøkan eigur góðar bátar, sum eru vælegnaðir til endamálið, umframt at framkomin bókingarskipan til ferðafólk er við í keypinum.
Fyritøkan kann visa á góða gongd við vøksti, sølu, úrslitið osv, umframt at afturmeldingar frá kundum eru framúr góðar.
Framtíðarmøguleikar við inntøkum, fyri vøkstri og fíggjarliga góðum rakstri eru stórir.
Um tú hevur hug at eiga og reka tína egnu ferðavinnufyritøku innan bátatúrar, kannst tú kontaka Birgir Nielsen hjá Nira á fart. 514499, ella á t-post: birgir@nira.fo




FJØLBROYTT VINNUHØLIR TIL LEIGU Í HAVN
Vegna kunda hevur Nira góð vinnuhølir til leigu á Slættanesgøtu 5 í Havn.
Talan er um eini sera góð skrivstovuhøli á 2 hædd á 200 kvm., umframt skrivstovuhølir á veghædd og 1 hædd á 90 kvm.
Harnæst er eisini ein góð garasja á 190 kvm.
Hølini verða helst leigaði saman.
Sera góð parkeringsviðurskifti eru, har pláss er til uml 25 bilar.
Áhugaðir leigarar verða bidnir at seta seg í samband við Birgir á birgir@nira.fo ella við at ringja til 514499.




HANDILSHØLIR TIL LEIGU Í MIÐBÝNUM Í HAVN
Nira hevur eini sera flott høli til leigu á Grím Kambansgøtu 4 í Miðbýnum í Havn.
Hølini eru uml. 55 fermetur og hava verið nýtt sum frisør salong.
Hølini eru sera vælegnað til handil, skrivstovu, viðgerðastovu v.m.
Í hølinum er køkur, wc umframt eitt størri hamdilshøli. Góðskan í hølumum er sera góð. Má síggjast.
Plaseringin er sera góð í Vágsbotni og stutt er til alt í Miðbýnum í Havn.
Áhugaðir leigarar verða bidnir at seta seg í samband við Birgir á birgir@nira.fo ella við at ringja til 514499.
Møguleiki er at síggja hølini.




SKRIVSTOVUHØLI í HOYVÍK TIL LEIGU
Vegna kunda hevur Nira eini góð skrivstovuhøli til leigu á Brekku tún 4 í Hoyvík. Hølini eru á veghædd.
Talan er um eini góð skrivstovuhøli samanlagt á 35 fermetur, býtt á 2 samanhangandi hølir á 22 og 13 fermetur.
Hølini hava atgongd til felags køk, fundarhøli og wc.
Eisini er møguleiki at leiga goymslupláss, um tørvur er á tí.
Hølini hava góða staðseting í Hoyvík. Møguleikarnir við hølunum eru fjølbroyttir.
Áhugaðir leigarar verða bidnir at seta seg í samband við Birgir á birgir@nira.fo ella við at ringja til 514499.
Møguleiki er at síggja hølini.




VÆLRIKIÐ FJÓS OG FESTI TIL SØLU Í SKÁLAFIRÐI
Talan er um Fjósið millum Fjarða í Skálafirði, sum vegna serligar umstøður verður lýst til sølu, um hóskand boð fæst.
Talan er um festið á 5 merkur við 85 áseyðum og 125 lombum. Harnæst nýliga útbygt fjós, mjólkakvotu á 623.000 litrar, 80 mjólkineyt og kvidnar kvígur, 40 ungneyt og kálvar.
Stórt økið, uml. 250.000 m2 er veltur bøur, til framleiðslu av stráfóðri.
Áhugaðir keyparar verða bidnir at seta seg í samband við Nira á birgir@nira.fo, ella við at ringja til 514499.
Tilfar í samband við sølu kann útflýggjast áhugaðum keyparum.




VIRKISBYGNINGAR Á HAVNALAGNUM Á EIÐI TIL SØLU
Talan er um 3 fiskavirkisbygningar, sum samlað hava eina stødd á 2.680 fermetrar.
Bygningarnir standa á leigugrund, matr.nr. 439, samb. leiguavtalu við Eiðis Kommunu.
Umframt bygnignarnir umfatar sølan allar maskinur í bygning- unum, sum t.d. umfatað sorteringsútgerð, horisontalfrystari, roykiskáp, frystiútgerð osv.
Møguleikar hjá einum keypara eru at nýta ognirnar til fiskaframleiðslu, ella til annað endamál, sum møguleiki er at hava á havnalagnum á EIði.
Ognirnar verða seldar um hóskandi boð fæst.
Áhugaðir keyparar verður bidnir um at seta seg í samband við Nira á birgir@nira.fo ella við at ringja 514499.
Møguleiki er at síggja ognirnar og fáa nærri innlit í bygningarnar.




Goymsluhøll til leigu á Eiði
Vegna kunda hava vit hesa stóru goymsluhøllina til leigu.
Talan er um høll, sum 20 x 30 metrar, íalt 600 fermetrar.
Høllin er uml. 7 - 9 metur høg. Stór garasjuhurð / stál portur er í øðrum endanum.
Høllin er er vælegna til: goymslu, framleiðslu osv.
Leiguprísurin er rímuligur.
Áhugaðir leigarar verða bidnir at seta seg í samband við Birgir á 514499 ella við at skriva til: birgir@nira.fo




GRUNDSTYKKI TIL SØLU VIÐ GØTUGJÓGV
Nira hevur vegna kunda eitt vinnustykki við Gøtugjógv við sera góðari staðseting og útsigt til sølu.
Talan er um matrikkul nr. 11 við Gøtugjógv. Grundøkið er 1.578 fermetrar +339 fermetrar, ella íalt 1.907 fermetrar.
Stórir og góðir møguleikar eru hjá tí rætta keyparanum at byggja ein bygning sum t.d. kann hýsa skrivstovum, handlum og íbúðum.
Møguleiki er eisini hjá keypara at keypa matr.nr. 33 (sí omanfyri) og matr.nr. 11 saman.
Áhugaðir keyparar kunnu kontakta Nira á 514499 ella við at skriva til: birgir@nira.fo. www.nira.fo

VINNUBYGNINGUR Í HAVN TIL SØLU
Nira hevur sum eina skuffusølu í trúnaði ein góðan vinnubygning til sølu í Havn.
Talan er um eina vælbygdan vinnubygning við góðari staðseting.
Støddin á bygninginum er umleið 900 kvm og har grundøkið er smáar 2.000 fermetur.
Góður leiðusáttmáli er í bygninginum í 2-3 ár.
Bygningurin er vælegnaður til virksemi so sum goymslu, framleiðslu, versktað, sølu ella líknandi.
Meira fæst at vita um staðseting og søluprís við at kontakta: Birgir á 514499 ella birgir@nira.fo




FRAMÚR GÓÐ HØLIR Í VÁGSBOTNI í HAVN TIL LEIGU
Vit í Nira hava júst fingið hesi fantastiska flottu og nýumvaldu handilshølini í Vágsbotni til leigu.
Hølini eru uml. 40 kvm umframt møguleika fyri uttandura terrassu.
Vit søknast eftir einum góðum og tryggum leigara.
Viðmerkjast skal at hølini ikki verða leiga út til pizza-stað ella líknandi, men til okkurt annað meira áhugavert, sum vit kunnu góðtaka.
Áhugaðir leigarar verða bidnir at kontakta Nira á birgir@nira.fo ella við at ringja 514499



